Løgtingið fer at biðja um kanning

bannari
22.12.2018 - 16:44
Innlendis
Løgtingið fer at biðja um kanning
Tað verður ikki neyðugt hjá løgmanni at seta eina kanning í verk av landsstýriskvinnuni í Mentamálum, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Tað verður ikki neygðugt hjá løgmanni at seta eina kanning í verk av leiklutinum hjá landsstýriskvinnuni í mentamálum í samband við skúlabyggingina í Marknagili. Tí løgtingið fer at taka hendan partin á seg,  sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. 

- Tað eru fleiri tinglimir við mær, sum hava ført fram, at løgtingið skal biðja um eina kanning, sigur Sonja Jógvansdóttir. 
Undir viðgerðini av misálitinum á landsstýriskvinnuna í Mentamálum hósnáttina, fanst hon at handfaringini hjá Mentamálaráðnum í samband við skúlabyggingina í Marknagili. Hóast hvassar atfinningar, atkvøddi Sonja Jógvansdóttir blankt, tá misálitið kom til atkvøðugreiðslu. 

Ikki ein álitisváttan

Fyri at eitt misálit skal samtykkjast, skulu 17 atkvøður vera fyri uppskotinum. Tá misálitið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í Mentamálum, kom til atkvøðugreiðslu, vóru 15 atkvøður fyri, 15 ímóti og tríggjar atkvøður blankar. Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksafoss og Kristin Michelsen atkvøddu blankt. Sonja Jógvansdóttir sigur, at hóast misálitið fall, so skal úrslitið av atkvøðugreiðsluni ikki tulkast sum, at løgtingið hevur álit á landsstýriskvinnuni.

- Hetta vísir, at løgtingið vil hava nøkur viðurskifti kannað, sigur uttanflokkatingkvinnan.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604