Ov fáir dagstovnar arbeiða við happing

25.12.2018 - 16:53
Innlendis
Ov fáir dagstovnar arbeiða við happing
- Tað er íkki nøktandi, at bert fáir dagstovnar hava skipaðar mannagongdir fyri, hvussu tey arbeiða við happing, sigur aðalskrivarin hjá Barnabata

93% av øllum teimum spurdu starvsfólkunum siga, at happing fer fram millum børn á dagstovnunum í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Barnabati hevur gjørt.
Harafturat vísir kanningin eisini á, at ov fáir dagstovnar hava skipaðar reglur og mannagongdir fyri, hvussu tey arbeiða við happing og trivnaði á dagstovnaøkinum. Hetta er ikki nøktandi, sigur Djóni Eidesgaard, aðalsrkvari hjá Barnabata.
Lítið gransking og vitan finst um happing í Føroyum. Tískil hevur tað stóran týdning, at fyribyrging verður sett á skrá, sigur Tóra Petersen, sum er sálarfrøðiligur ráðgevi hjá Barnabata.
Happing kann hava varandi neiligar fylgjur fyri barnið. Eitt nú ávirkar tað evnini at læra, og eisini kann barnð fáa sálarligar avbjóðingar, vísir Tóra Petersen á.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815