Bygnaðarbroytingar standa ikki við

07.01.2019 - 15:28
Innlendis›Samfelag
Bygnaðarbroytingar standa ikki við
Fyribilsstjóri er nú settur á Landsverki, og bygnaðarbroytingarnar, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður tók avgerð um, eru sleptar.

Fyribilsstjóri á Landsverki er Árant Andriasson, sum var varastóri undir Ewald Kjølbro, stjóra, sum varð koyrdur frá fyri jól.

Hetta boðaði Samferðslumálaráðið frá beint fyri middag, og í stuttu fráboðanini stendur eisini, at tann umstríddi bygnaðurin á Landsverki, skal vera, sum hann var undir undanfarna stjóra.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður broytti sjálvur bygnaðin frá fýra til tríggjar deildir, og m.a. hetta fekk Akademikarafelagið til at kæra landsstýrismannin fyrst til løgmann og síðani til Løgtingsins Umboðsmann.

Vit spurdu nýggja fyribilsstjóran, Árant Andriasson, hvat tað merkir fyri umstríddu broytingarnar, at bygnaðurin nú skal vera óbroyttur.

Hoyr samrøðu omanfyri.

Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í samferðslumálaráðnum her. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026