Óveruligt at vera partur av hesum

13.01.2019 - 19:57
ÍtrótturHondbóltur
Óveruligt at vera partur av hesum
Tá Jóhan á Plógv Hansen var heima og helt jól í Føroyum, var HM-endaspælið ein fjarur dreymur, men nú er hann brádliga mitt í HM-rokanum

Í gjárkvøldið spældi Jóhan á Plógv Hansen sín fyrsta HM-dyst nakrantíð. Hann fekk eitt korter á vøllinum, gjørdi tvey mál og er róstur fyri sítt avrik. Sjálvur hevur hann ilt við at trúgva tí, sum hendir í løtuni.

- Hetta er ótrúliga stórt. Tað er ein dreingjadreymur, sum knappliga er vorðin veruleiki, sigur Jóhan á Plógv Hansen, sum hevur ilt við at lýsa kensluna, tá ein heil høll skrálar eftirnavnið á honum, tá hann kom á vøllin.

- Hetta hevur gingið ómetaliga skjótt, men eg royni at minna meg á, at eg eri partur av einum HM-endaspæli. Tað er ómetaliga trupult at seta orð á, sigur Jóhan á Plógv Hansen.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

28.01.19
90533
27.01.19
90479
27.01.19
90469
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189