- Larmur má takast í álvara

18.01.2019 - 08:19
InnlendisSamfelag
- Larmur má takast í álvara
Pál Weihe, arbeiðsmedisinari, heldur, at landsmyndugleikarnir eiga at kanna, hvussu forðast kann fyri, at larmur kann vera til ampa fyri fólk

Tíðin er komin, at landsmyndugleikar og kommunur fara at kanna, hvussu forðast kann fyri, at gangur frá vinnu og ferðslu er til ampa fyri fólk. Tað sigur Pál Weihe, arbeiðsmedisinari.

- Gangur kann ávirka tín náttarsvøvn, og tá náttarsvøvnurin verður ávirkaður, so kann tað fáa aðrar heilsuligar avleiðingar sum til dømis hægri blóðtrýst, sigur Pál Weihe. 

Hann vísir eisini á, at nógvar kanningar eru gjørdar í øðrum londum av larmi frá ferðslu, og tær vísa greitt, hvussu fólk hava tað, sum búgva í økjum, har nógvur larmur er. Tí má larmur takast í álvara, sigur hann.

Ein kanning, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt saman við Tórshavnar havn í Kollafirði, vísir, at gangurin frá bilum í økinum á Langasandi í Kollafirði, er upp í 69 desibel.

Tað er væl oman fyri tað, sum heimsheilsustovnurin hevur sett sum mark. Og tað er ov nógv, sigur Pál Weihe.

- Um tú hevur so nógvan larm í einum húsum, sum liggja tætt við vegin, so kann tað ávirka heilsuna á ein negativan hátt, sigur Pál Weihe.

Hoyr samrøðuna við Pál Weihe omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303