- Ung við sálartrupulleikum detta niður ímillum

18.01.2019 - 09:49
InnlendisHeilsa
- Ung við sálartrupulleikum detta niður ímillum
Skipanin megnar ikki at lofta ungum við sálartrupulleikum, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Tórmóður Stórá er leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Ung, við umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnistrupulleikum detta niður í millum. Hetta staðfesti tilmælið "Megna títt lív", sum Eyðgunn Samulesen, landstýriskvinna í almannamálum, fekk handað í fjør.

Men enn er onki gjørt, og skipanin megnar ikki at lofta hesum ungu fólkunum, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Einki er gjørt 

"Megna títt lív". Soleiðis kallast tilmælið, sum Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum, lat skriva í fjør. Nú var klárt at fara undir verkætlanina, sum skuldi lofta á leið 10 ungum, sum hava umfatandi trupulleikar av rúsevnum, harðskapi, prosititutión og øðrum lógarbrotum. Men eingin bati hevur verið at hóma, tí síðani tilmælið varð latið úr hondum, er einki gjørt.

Manglandi hjálpin hevur ikki bara skaðiliga ávirkan á tey ungu, men á alt samfelagið. Tað sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum.

Miseydnað roynd at veita hjálp

Tórmóður Stórá, psykiatari, staðfestir, at fyrr vórðu hesi fólkini, sum tilmælið snýr seg um, send av landinum. Í 2014 varð avgjørt at steðga við at senda fólk av landinum og heldur veita viðgerð her í Føroyum.

Men sambært Tórmóði Stóra var hetta ein miseydnað roynd, tí pengar eru ikki eru settir av til at hjálpa hesum fólkunum her heima.

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Fríggjadag 11. juli
RagnarRokk: Oskar Holldorff um Shards
194118