Landsverk sigur (aftur) ósatt

bannari
23.01.2019 - 16:21
InnlendisSamfelag
Landsverk sigur (aftur) ósatt
Landsverk sigur, at Landsgrannskoðarin heimilaði munnligum avtalum í sambandi við verkætlanina Glasir. Tað er ikki rætt, sigur landsgrannskoðarin.

Ewald Kjølbro verður koyrdur frá sum stjóri á Landsverki í desember. Ein av orsøkunum til, at politiska skipanin ikki longur hevur álit á Ewald Kjølbro er, at hann sambært Fíggjarnevndini ikki hevur veitt sannar upplýsingar í málinum um byggigøluna í marknagili.

Árant Andriasson verður settur sum nýggjur stjóri 7. januar, men longu viku seinni, 15. januar, er aftur galið við upplýsingini frá Landsverki.

Tá sendir Landsverk skriv til Samferðslumálaráðið, har greitt verður frá, at beint undan avhendan vóru bara munnligar avtalur gjørdar. Landsgrannskoðarin heimilar slíkum framferðarhátti, skrivar Landsverk.

Men hetta vil Landsgrannskoðarin ikki hava sitandi á sær.

- hatta er ikki rætt. Landsgrannskoðanin heimilar ikki nakað sum helst, og sum ein meginregla eiga skrivligar avtalur altíð at gerast, tá ið tað almenna skal keypa eitthvørt arbeiði frá einum undirveitara, sigur Landsgrannskoðarin í stuttari viðmerking.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687