Heita á samkynd um at ansa sær - serliga á bygd

06.02.2019 - 18:17
InnlendisSamfelag
Heita á samkynd um at ansa sær - serliga á bygd
Ein faldari til útlendsk ferðafólk, sum Sansir hava gjørt, mælir samkyndum ferðafólki til at ansa sær - serliga á bygd
Inni í faldaranum er ein opna við vegleiðingum til LGBT ferðafólk - m.a. verður mælt til at tey á bygd ikki flagga við sínum kærleika

"LGBT-personer er velkommen til at nyde Tórshavns ofte livlige natteliv, men det anbefales, at både LGBT'ere og heteroseksuelle kun i beskeden grad viser fysisk hengivenhed  - serlig uden for Torshavn"

Soleiðis stendur undir yvirskriftini 'Information til LGBT-rejsende' í ferðafólkafaldaranum, Faroe Islands: Tourist Guide. Hví samkynd serliga skulu ansa ser á bygd, sigur faldarin einki um. 

Sansir gevur faldaran út á hvørjum ári, og hann kom seinast út í heyst. 

LGBT-fólk og hinskynd annars, verða also av faldaranum, sum hevur eitt upplag uppá 55.000 tilsamans á donskum, týskum og enskum, rádd frá at hava ov nógv alment kroppsligt samband - serliga uttan fyri høvuðsstaðin.

Lena Mohr, stjóri á Sansum, sigur, at greinin í faldaranum er frá 2016, og at hasin setningurin átti ikki at staðið í nýggjasta faldaranum.

 

LGBT eigur orðini

Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT-Føroyum, váttar, at felagsskapurin eigur orðini, sum standa í faldaranum hjá Sansum, men at vegleiðingin er fleiri ára gomul og ikki longur er tíðarhóskandi. 

Tí var hon eisini broytt á heimasíðunum hjá LGBT og Visit Faroe Islands. Tað er bara ikki broytt í faldaranum hjá Sansum, sigur Eiler Fagraklett.

 

Dagført: Greinin er broytt. Í upprunaligu útgávuni stóð, at LGBT hevði broytt orðingina á heimasíðuni í fjør. Tað var ikki rætt. Orðingin varð broytt 6. februar 2019. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379