Biogassverkið vigast av Umhvørvisstovuni

09.02.2019 - 13:47
InnlendisVinna
Biogassverkið vigast av Umhvørvisstovuni
P/F Føroysk Náttúruorka hjá Bakkafrosti skal gera biogassverk á Skarðshjalla. Umhvørvisárinini skulu vigast, og nú er almenn hoyring
Her á Skarðshjalla skal Bakkafrost hava sítt biogassverk. Almenn hoyring er nú byrjað
Mynd: savnsmynd  

Hvussu illa dálkar, larmar og luktar eitt biogassverk?

Hesir spurningar skulu svarast, áðrenn biogassverkið á Skarðshjalla hjá dóttirfelagi hjá Bakkafrosti kann fáa endaligu góðkenningarnar.

Biogassverkið skal eftir ætlan byggjast á Skarðshjalla í Hoyvík, og grannar har - bæði vinnuligir, privatir og onnur við - hava møguleika at verða hoyrdir, nú Umhvørvisstovan er farin undir góðkenningartilgongdina.

Freistin er ikki long - hon er sett at vera tann 28. februar.
Dóttirfelagið hjá Bakkafrosti eitur P/F Føroysk Náttúruorka, og endamálið við biogassverkinum er at framleiða hita, streym og nátúrlig tøð burtur úr mykju og burturkasti frá smolt- og alistøðum og seinni kanska eisini lívrunnum húsarhaldsburturkasti

Eftir krøvum í lógini um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni hevur Føroysk Náttúruorka fingið eina kanning gjørda, sum metir um, hvørji árin teirra virksemi væntandi kann hava á umhvørvið.
Hendan kanningin er júst almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, og har liggur hon eisini til almenna hoyring (www.us.fo).

Tó verður hon eisini send til hoyringar hjá m.a. Tórshavnar kommunu og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagi, sigur Ingvard Fjallstein, málsviðgeri á Umhvørvisstovuni.

Men hvat vísir so hendan árinskanningin, sum felagið sjálvt hevur fingið gjørt,- altso hvat skulu grannar á Hjalla og aðrastaðni vænta sær? Ingvard Fjallstein frá Umhvørvisstovuni greiðir frá.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652