Vil hava løgmann at yvirtaka málið

24.02.2019 - 14:47
InnlendisPolitikkur
Vil hava løgmann at yvirtaka málið
Fyri at sleppa undan øllum iva um gegnið, eigur Kristina Háfoss at lata málið um Norðoya Sparikassa frá sær, sigur Jenis av Rana

- Kristina Háfoss er ógegni at gera tilmæli til donsku mynduleikarnar um, at Norðoya Sparikassi skal sleppa undan at vera SIFI banki.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum. Hann heldur, at landsstýriskvinnan átti at latið málið upp í hendurnar á løgmanni, soleiðis at sleppast kann undan øllum iva um gegnið.
Ivi er sáddur um gegnið hjá Kristinu Háfoss í samband við, at føroyskir mynduleikar skulu koma við einum tilmæli til danskar mynduleikar um, at Norðoya Sparikassi skal sleppa undan at vera SIFI banki. Og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er dóttir nevndarformannin í Norðoya Sparikassa.

Herd krøv til SIFI bankar
Ein SIFI banki er ein banki, sum ikki kann fara á húsagang, tí tað verður mett at hava ov stórar avleiðingar fyri samfelagið, sum hann er partur av.
Frá 2020 verða krøvini til SIFI bankar herd og tað fær avleiðingar fyri føroysku SIFI bankarnar, sum eru allir føroyskir bankar uttan Suðuroyar Sparikassi.
Krøvini frá Fíggjareftirlitinum viðføra, at skulu teir halda fram við verandi virksemi, so skal Bank Nordik bjálvast við upp til eina milliard krónum eyka fram til 2025, Betri banki við eini 600 milliónum og Norðoya Sparikassi við eini 100 milliónum.
Men Norðoya Sparikassi hevur vent sær til donsku myndugleikarnir og biðið um at sleppa undan at spjaldrinum SIFI og harvið herdu krøvunum á 100 milliónir krónur.

Ikki formiliga ógegnig
Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið fríggjadagin, at Kristina Háfoss ikki formiliga er ógegnig, tí tað eru danskir myndugleikar sum taka endaliga avgerð um Norðoya Sparikassi framhaldandi skal vera at meta sum SIFI banki. Men Jenis av Rana er ikki samdur. Hann sigur seg hava álit á Kristinu Háfoss, men metir tað vera týdningarmikið, at hon letur hetta málið frá sær so sleppast kann undan øllum iva.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521