Sirið harmast um kollsiglda orkuútbygging í Suðri

27.02.2019 - 08:02
InnlendisVinna
Sirið harmast um kollsiglda orkuútbygging í Suðri
Eitt skot fyri bógvin í grøna orkuskiftinum, sigur landsstýriskvinnan í orkumálum, nú ivi verður sáddur um vindmyllulund og pumpuskipan í Suðri

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur boðsent nevndina í SEV á fund við seg fyrrapartin í dag. Endamálið er at fáa greiðu á stóru orkuútbyggingini í Suðuroynni, sum upprunaliga skuldi fevna um eina stóra vindmyllulund og eina pumpuskipan, ið tilsamans kundu flutt elframleiðsluna í Suðuroynni frá at vera 10 prosent grøn til at vera 80 prosent grøn.

Men SEV er farið at ivast í, um tað er rætt at gera íløgu í eina pumpuskipan í Suðuroynni, heldur enn at leggja ein kaðal úr meginøkinum til Suðuroynna. Tann støðan ger, at vindmyllulundin í Porkerishaganum tódnar niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt.

Landsstýriskvinnan ásannar, at tað gongur alt ov seint at flyta elframleiðsluna frá olju til grønar orkukeldur.

Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112