Orka noyðist at broyta útbjóðing í tólvta tíma

26.02.2019 - 09:11
InnlendisVinna
Orka noyðist at broyta útbjóðing í tólvta tíma
-Vit hava ongan annan møguleika enn at broyta útbjóðingina, nú SEV ikki ger pumpuskipan í Suðri kortini, sigur Ari Johanneson, ráðgevi
Ari Johanneson umsitur elveitingarmál á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni

-Hóast vit eru myndugleikin á økinum, so hava vit ongan annan møguleika enn at broyta útbjóðingina.

Tað sigur Ari Johanneson, sum umsitur elveitingarmál á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni.

Útboðið av vindmyllulundini í Porkerishaganum er tódnað niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks metawatt, í tólvta tíma áðrenn freistin at bjóða er úti 1. mars.

Hóast pumpuskipanin er ein grundleggjandi fortreyt fyri stóru vindmyllulundini í Porkerishaga, so fekk myndugleikin einki at vita um, at SEV hevur slept hesi ætlan í fyrsta umfari. Ikki fyrr enn 1. februar fekk Orkudeildin á Umhvørvisstovuni boðini frá SEV, sum segði at pumpuskipanin varð slept fyribils.

Í skrivinum til Orkudeildina á Umhvørvisstovuna, dagfest 1. februar, vísir SEV á, at kostnaðurin fyri pumpuskipanina er tvífaldaður í mun til upprunaligu verkætlanina - prísurin er farin úr 90-100 milliónum upp í 180 milliónir krónur.

Í svarskrivi til SEV, dagfest 20. februar, sigur Orka seg ikki taka undir við avgerðini hjá SEV um at steðga á við pumpuskipanini.

Ari Johannesen vísir á, at SEV søkti um loyvi at fara undir ítøkiligu pumpuskipanina 22.mars í 2017. Og henda pumpuskipan er seinni blivin grundleggjandi partur í útbjóðingini av vindmyllulundini - júst tí at vindorkan skal brúkast pumpuskipanina.

Sambært Orku fer útbyggingin í Suðuroynni, við vindmyllum og pumpuskipan, at flyta Suðuroynna frá at vera umleið 10 prosent grøn til at vera umleið 80 prosent grøn. Og til ber at spara 5.000 tons av tungolju um árið á elverkinum í Vági, sigur Orka.

Hoyr samrøðu við Ari Johanneson við at trýsta á pílin undir myndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985