Hanus: Barentshavstrolarar fyri mismuni á uppboði

06.03.2019 - 08:51
InnlendisVinna
Hanus: Barentshavstrolarar fyri mismuni á uppboði
-Uppboðssølukunngerðin er talandi dømi um, at landsstýrismaðurin hevur sett sær fyri, at nú skal onkur annar framat í Barentshavinum, sigur reiðarin

-Uppboðssølukunngerðin er greitt dømi um, at landsstýrismaðurin hevur tann politikk, at nú skal onkur annar sleppa framat at keypa kvotu í Barentshavinum.

Tað sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol og formaður í Reiðarafelagnum, sum undrast á, at øll kvotan í Barentshavinum nú skal seljast á afturlatnari uppboðssølu, harav størsti parturin skal seljast eftir tí leisti, at boðið er bindandi. 

-Eitt minstakrav mátti verið, at allir skipabólkar fingu somu viðferð úr Fiskimálaráðnum, sigur Hanus Hansen.

Í ár skulu seljast 3029 tons av barentshavskvotu á uppboðssølu - og alt verður selt á afturlatnari uppboðssølu. 

Til samanberingar verða millum 40 og 50 prosent av uppboðssølukvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti seld á opnari uppboðssølu, og herfyri varð øll uppboðssølukvotan á Flemish Kap seld á opnari uppboðssølu.

Stjórin í JFK-Trol, sum eisini er virkandi formaður í Reiðarafelanum, leggur ikki fingrarnar ímillum, men skírir Fiskimálaráðið at gera mun á ymsu skipabólkunum - og har barentshavstrolararnir eru svartiper.

I fjør varð afturlatna uppboðssølan skipað soleiðis, at lægsta góðkenda boðið ásetti prísin, sum øll skuldu gjalda. Men í ár verður ein nýggjur leistur fyri afturlatna uppboðssølu eisini royndur - ein leistur, har boðið er bindandi. 76 prosent av uppboðssølukvotuni í Barentshavinum í ár verður seld sum eitt ára rættindi, har boðið er bindandi. Tað vil, sambært Hanusi Hansen, gera tað uppaftur truplari at bjóða.

Øll uppboðssølu-kvotan í Barentshavinum verður seld 11. apríl. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201