Bíðitíðin hjá parkinsonsjúklingum er alt ov long

16.03.2019 - 15:34
InnlendisHeilsa
Bíðitíðin hjá parkinsonsjúklingum er alt ov long
Parkinsonfelagið hevur gjørt avvarandi heilsumyndugleikum greitt, at felagið ikki kann góðtaka, at sjúklingar skulu bíða 10 mánaðir eftir viðgerð

Hóast bæði heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava sagt, at bíðitíðin hjá fólki við parkinson at sleppa í viðgerð, varð stytt niður í fýra til seks mánaðir, hevur felagið í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fingið at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.

Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, sigur, at tey kunnu als ikki góðtaka bíðitíðina.

- Fýra til seks mánaðir er eisini ov leingi hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí tað ávirkar lívsgóðskuna so nógv at ikki sleppa í viðgerð, sigur Durid Johannesen.

Í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir at koma í viðgerð, men í Parkinsonfelagnum vænta tey sær ikki onga bíðitíð, men tey kunnu ikki góðtaka ta bíðitíðina, sum nú er.

Parkinsonfelagið sigur í boðum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum livir ikki upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019, og tey vóna, at heilsumyndugleikarnir taka hetta til sín.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659