Flestar harur skotnar í Kvíggjarhamarshaga

14.04.2019 - 15:17
InnlendisSamfelag
Flestar harur skotnar í Kvíggjarhamarshaga
Vit hava skotið saman í nógv ár og vita, hvussu haran skal rekast, sigur Lars Gunnar Dahl Olsen, sum er harumaður í Kvíggjarhamarshaga
Lars Gunnar Dahl Olsen (í miðjuni) saman við øðrum harumonnum omanfyri Saksun
Mynd: Privat/Facebook  

Lars Gunnar Dahl Olsen, sum býr í Hvalvík, er vaksin upp á Kvíggjarhamri í Saksun, og royndur harumaður.

Tølini fyri haruskjóting í ymsu høgunum í Føroyum eru tøk. Tað er Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, sum hevur savnað inn tøl fyri haruskjóting. 

Tilsamans 5.135 harur vórður skotnar, og tað er meira enn 1.000 harur færri enn fyrraárið. Tølini eru grundað á tøl frá tilsamans 749 harutúrum í 281 hagapørtum í 79 bygdum kring landið.

Sambært yvirliti, sum er kunngjørt í facebookbólkinum, Haruskjóting í Føroyum, vórðu flestar harur skotnar í Kvíggjarhamarshaga í ár. Hagin er frá Lónni og norður móti tjørnuvíksingum og heilt norð móti Sjeyndum.

Teir gjørdu seks túrar í fjør og fingu 123 harur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653