Hava skotið 5.000 harur higartil

Hava skotið 5.000 harur higartil
411 túrar eru gjørdir í 146 høgum
5.026 harur eru skotnar higartil í ár, men enn eru nakrir harudagar eftir
 
23.12.2020 - 10:22

5.026 harur eru skotnar higartil í ár.

Hetta eru tær, sum eru skrásettar, sigur heimasíðan haran.fo.

411 túrar eru gjørdir í 146 høgum.

Bestu hagarnir eru Dalhagi, eystari partur í Vestmanna. Har eru harurnar 190 og túrarnir tríggir.

Fjallið, eisini í Vestmanna, er nummar tvey við 143 harum og seks túrum, og síðani kemur Norðurtriðingur, uttanfyri Ánna í Sørvági við 130 harum og sjey túrum

Nakrir harudagar eru eftir enn.

Í fjør vórðu skrásettar 5.927 skotnar harur.


  
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598