Nógv ferðsla á flogvøllinum í dag

22.04.2019 - 10:13
InnlendisVinna
Nógv ferðsla á flogvøllinum í dag
Ert tú ein av teimum, ið skalt um flogvøllin í dag, so er at vera í góðari tíð. Tað verður nógv ferðsla um flogvøllin

Heili 20 komur og fráferðir eru um flogvøllin í dag. Seks flogfør flúgva millum Vágarnar og Keypmannahavn, eitt til Bergen, eitt til Keflavík, eitt til Billund og eitt til skotska høvuðsstaðin Edinburgh.

Sambært jn.fo, væntast umleið 2800 fólk at skula um flogvøllin í dag. Dagurin er tó longu byrjaður á flogvøllinum. Fyrsta flogfarið setti seg í morgun klokkan trýkorter til níggju og fyrsta flogfarið til Keypmannahavnar fór á flog kl hálvgum átta.

Sambært Gudny Langaard, stjóra á flogvøllinum, eru 750 fleiri ferðafólk á flogvøllinum í dag, samanborið við annan páskadag í fjør. Vanliga eru 3-4 komur og fráferðir gerandisdagar, men talið økist um høgtíðirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401