SAS-ferðafólk góðar møguleikar fyri endurgjaldi

26.04.2019 - 13:26
InnlendisPengar
SAS-ferðafólk góðar møguleikar fyri endurgjaldi
ES-reglurnar, sum tryggja ferðafólki endurgjald fyri avlýstar flogferðir, eru partvíst galdandi í Føroyum

Ert tú ein av teimum 72.000, sum skuldi flúgva við SAS, so hevur tú góðar møguleikar at fáa endurgjald, nú flogskipararnir eru farnir í verkfall.

Orsøkin er ES-reglur, sum eisini eru galdandi fyri fyri føroysk ferðafólk, hóast vit ikki eru partar av ES.

Tað metir Heðin Arge, sum starvast hjá felagnum Flyhjælp, ið fæst við at hjálpa ferðafólki at fáa endurgjald fyri avlýstar ferðir.

SAS hevur avlýst 673 fráferðir, harímillum hana í Vágum á døgurða. Íalt 72.000 ferðafólk eru rakt av verkfallinum. Tað kann gerast ein dýrur smeitur fyri SAS, heldur Heðin Arge.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730