Góðan morgun Føroyar

Valplakatir mugu ikki vera til ampa fyri ferðsluna
13-05-2019
Valplakatir fara skjótt at síggjast við lands- og kommunalar vegir, men tað eru nakrar reglugerðir, sum skulu fylgjast í tí sambandi

Fólkatingsval verður mikudagin 5. juni, Grundlógardagin. Landsverk, Politiið, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Kommunufelagið hava sent eina felags áheitan út til fólk, sum fara at heingja valplaktir upp.

Tað eru nakrar reglur um, hvussu, hvar og nær ein kann heingja valplaktir upp.

Plakatirnar mugu ikki hanga í rundkoyringum og ferðsluoyggjum, tær mugu ikki órógva útsýnið hjá bilførarunum, og tær mugu ikki fjala ferðsluskelti o.a.

Annars kunnu tær hanga allastaðni, um tær hanga hægri enn 2,30 metrar uppi yvir gongubreytini og minst hálvan metur frá vegjaðara ella tríggjar metrar frá súkklubreytum.

- Vinaliga, hugsið tykkum um og setið plakatirnar eitt hóskandi stað, so tær ikki eru til ampa fyri ferðsluna, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Valplakatin sjálv skal festast væl á eina plátu, og mann skal týðiliga síggja, at tað er ein valplakat, og hon má ikki skyggja ella líkjast einum ferðsluskelti.

Valplakatir eru loyvdar frá fjórða leygardegi undan valdegnum til fýra dagar eftir vali.

Fólkatingsvalið verður 5. juni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026