– Gongur ov seint

bannari
18.05.2019 - 16:50
Innlendis›Samfelag
– Gongur ov seint
Tað gongur ov seint at koma bústaðartrotinum til lívs, sigur Elin Hentze úr áhugafelagsskapinum Búgva

At ein bráðfeingislisti er á gáttini er gott, men hetta átti at verið avgreitt fyri langari tíð síðani, sigur Elin Hentze úr áhugafelagsskapinum Búgva, sum arbeiðir fyri fjølbroyttari bústaðarmøguleikum í Føroyum.

Bráðfeingislistin hjá landsstýrinum skal herberga teimum, sum eru í bráðfeingis bústaðarneyð.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, segði við útvarpið á middegi, at bráðfeingislistin, sum er partur av bústaðarpakkanum, er á gáttinin. Men tað er ikki nóg gott, at fólk skulu bíða so leingi, sigur Elin Hentze.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026