Rætturin at ganga í haganum skal tryggjast

24.05.2019 - 18:34
InnlendisSamfelag
Rætturin at ganga í haganum skal tryggjast
Politiski myndugleikin noyðist at tryggja rættin hjá føroyingum at njóta egnu náttúru, heldur Hagafelag Føroya

Á middegi bórust tíðindini, at í framtíðini skulu fólk rinda fyri at ganga út á Lógv í Saksun.

André Kruse, festari, er farin undir at seta portur upp við vegin, og har skulu fólk rinda við gjaldskorti, áðrenn tey fara út á Lógv.

Og her verður eingin munur gjørdur á føroyingum ella ferðafólkum. 

Rætturin skal tryggjast

Hetta hevur fingið ilt í Hagafelag Føroya, sum virkar fyri rættinum hjá føroyingum at fara í hagan.

Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelag Føroya, heldur, at tað, ið hendir nú, ger seg inn á nøkur grundleggjandi rættindi hjá føroyingum.

Vilja hava okkurt burturúr

Sambært André Kruse, festara í Saksun, eru ferðafólkini so nógv, at okkurt má gerast. Fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, er neyðugt at ganga ígjøgnum festið hjá honum, og hann vil hava nakað burturúr teimum ferðandi.

Og júst tað fíggjarliga er ein kjarnutrupulleiki í stríðnum millum bøndur og hagafólki, heldur Rúna Hjelm, forkvinna á Hagafelgi Føroyum.

Tíðin er búgvin, at politiski myndugleikin byrjar at taka tvístøðuna í álvara.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571