– Náttúrligt at vitja Føroyar nú

bannari
31.05.2019 - 18:50
InnlendisPolitikkur
– Náttúrligt at vitja Føroyar nú
Atkvøðan hjá føroyingum kann avgera, hvør verður næsti forsætisráðharri í Danmark. Tí er tað náttúrligt at koma til Føroyar undir valstríðnum

Tað eru bert fimm dagar til fólkatingsvalið, og valstríðið er í hæddini.

Nýggjastu veljarakanningarnar vísa, at Reyði blokkurin, ið peikar á Mette Frederiksen úr danska Javnaðarflokkinum sum forsetisráharra, er væl frammanfyri tey bláu, ið vilja hava Lars Løkke Rasmussen úr Vinstra at halda fram.

Tað er samanhangurin, nú danski forsætisráðharrin er komin á føroyavitjan.

Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning, segði Lars Løkke Rasmussen.

Spurdur um, hví hann ikki vitjar í Grønlandi, segði hann, at hann hevur verið til tiltak í Grønlandshúsinum í Keypmannahavn, og at tað orsaka av frástøðuni ikki liggur fyri.

Hann leggur haraftrat doyðin á tætta tilknýti hann hevur til Føroyar, tí hann er føroyskt giftur.

"Hetta er triðju ferð eg eri í Føroyum í ár - míni børn tosa føroyskt og eru hálvir føroyingar, segði Lars Løkke Rasmussen.

Danski forsætisráðharrin hevur fingið ákoyringar fyri at blanda seg uppí føroyska valstríðið.

Tað er óvanligt, at danskir forsetisráðharrar vitja Føroyar undir valstríði, og fyri fýra árum síðani avlýsti Margretha Drotning eina føroyavitjan, tí hon ikki vildi ávirka føroyska valstríðið.

Forsetisráðharrin duldi ikki fyri, hvønn hann vil hava fólk at velja, men noktaði fyri, at vitjanin í Føroyum er tað sama sum at blanda seg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423