- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur trupul atgongd til valhølið
04.06.2019 - 12:00
Innlendis›Politikkur
Heldur trupul atgongd til valhølið
Ikki øll valstøð eru løtt at koma til hjá veljarum í Tórshavnar kommunu. Gott dømi um tað er fólk í Koltri, sum skulu út í Hest at velja
Á fólkatingsvalinum mikudagin hevur Tórshavnar kommuna sjey valstøð.
Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Hoyvík, á Hvítanesi og á Sundi velja í Ítróttarhøllini á Hálsi
Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum
Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak
Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði
Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað
Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy
og so eru tað fólk í Hesti og Koltri, tey skulu velja í bygdarstovuni í Hesti.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV