Bygginevndin betri grundarlag at meta barnaheimið

12.06.2019 - 13:08
InnlendisPengar
Bygginevndin betri grundarlag at meta barnaheimið
Nevndin skal kanna, um til ber at byggja fyri minni enn tær 135 mió. kr., sigur Edvard Heen, sum er formaður í bygginevndini:
Ætlanin er byggja barnaheimið her í Hoyvík.

Bygginevndin hevur nú fingið nógv betri grundarlag og eisini stundir at gera metingar um barnaheimið, sum nú kostar 135 mió. kr. og ikki 85, sum áður mett.

Ein orsøk er til hægra prísin er, at fermetraprísurin er farin úr 20.000 upp í 25.800 kr.

Eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum, sum var í oktober í fjør, fór málið í Fíggjarnevndina hjá løgtinginum. 

Málið kom ikki úr aftur nevndini, áðrenn løgtingið fór í summarfrí í mai, tí bíðað varð eftir skipanaruppskotinum. 

Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur nú fingið skipanaruppskotið, og sambært tí kann verkætlanin kosta 135 milliónir krónur. 

Men málið verður ikki avgreitt í hesum valskeiðinum. 

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur givið bygginevndini boð um at steðga á við tilgongdini at byggja barnaheimið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454