Atlantsflog sagt tvey virkandi álitsfólk úr starvi

22.06.2019 - 13:55
InnlendisVinna
Atlantsflog sagt tvey virkandi álitsfólk úr starvi
Vit hava virkað sum álitisfólk hjá Atlantic Airways, og tí eru vit skelkaðar av at vera sagdar úr starvi, siga uppsøgdu flogternurnar

Uppsøgdu flogternurnar, sum vóru lyklapersónar hjá kabinustarvsfólkunum, eru skelkaðar av framferðarháttinum hjá Atlantic Airways, sum bað tær fara úr starvi beinavegin - uttan ávaring. Orsøkin var, at almenna partafelagið ikki dámdi teirra hugburð. 

Flogternurnar stóðu á odda fyri fakfelagnum hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways, og eru forkvinna og næstforkvinna í lokala fakfelagnum fyri kabinu-starvsfólk, sum nú liggur undir danska FPU, Flyvebranchens Personale Union.

Ikki komin við ítøkiligum orsøkum fyri uppsøgnini

Forkvinnan í FPU, Thilde Waast, vísir á, at Atlantic Airways ikki er komin við ítøkiligum orsøkum fyri, hví tey ikki dámdu hugburðin hjá uppsagdu flogternunum.

Sáttmálin millum Starvsmannafelagið og Atlantic Airways fer úr gildi 1. november í ár, men ongar flogternur eru eftir í Starvsmannafelagnum, tær eru farnar í danska felagið, FPU. 1. november hava flogternurnar ongan sáttmála.

Ósemja, um tær vóru álitsfólk

Stjórin í Atlantic Airways vísir aftur, at talan er um álitisfólk, ið eru søgd úr starvi. Galdandi sáttmáli er gjørdur við Starvsmannafelagið, og har eru fólkini ikki limir meira, sigur Jóhanna á Bergi.

Tó vísa flogternurnar á, at tær hava virka sum álitsfólk fyri starvsfólkini - og Atlantic Airways.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur í stuttari viðmerking, at her er talan um starvsfólkamál, og hon fær tí ikki sagt meira.

Vinnuhúsið er samráðingarpartur fyri Atlantic Airways.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481