Partafelag stovnað skjótast gjørligt

10.07.2019 - 13:19
InnlendisSamfelag
Partafelag stovnað skjótast gjørligt
Partafelag um Suðuroyartunnil verður stovnað so skjótt sum gjørligt, hóast Landsverk mælir staðiliga frá at gera tað, sigur Heðin Mortensen:.
Í einari linju er Skúgvoyggin við.

Tað er alt ov tíðliga at stovna partafelag at fyrireika Suðuroyartunnilin longu nú, sigur Landsverk.

Verkætlanin er als ikki búgvin til tess, og Landsverk mælir til fyrst at kanna gjøllari fíggingarleist, avleiðingar fyri samfelagið, jarðfrøði og trygd.

Eitt partafelag nú fer at gera, at fyrireikingin verður uttan fyri serfrøðina í landinum, uttan fyri Landsverk.

Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða tikin til, um tunnil skal gerast og hvar, er málið búgvið til at stovna partafelag sum byggir og rekur suðuroyartunnilin, sigur Landsverk, sum hevur almannakunngjørt sínar viðmerkingur um álitið um Suðuroyartunnilin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360