Óvissur skulu kannast nærri áðrenn farið verður undir Suðuroyartunnil

Óvissur skulu kannast nærri áðrenn farið verður undir Suðuroyartunnil
- Kostnaðarmetingin hjá Tunnilsfelagnum er ov bjartskygd, sigur Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur og greinari hjá Landsverki.
 
11.11.2024 - 18:55

Tað eru fleiri týðandi óvissur, ið Landsverk mælir til verða kannaðar nærri, áðrenn farið verður undir at gera ein Suðuroyartunnil.

Tað er ikki bara Landsbankin, ið finst at, at farið verður í gongd at gera ein Suðuroyartunnil, tá ið so nógv ivamál eru um prísin, og tí at tað er ikki haldføri í búskapinum at fara ígongd við risastóru verkætlanina. 

Landsverk er biðið at gera eina sokallað trýstroynd av prísinum, sum Eystur- og Sandoyartunlar siga, at Suðuroyartunnilin fer at kosta.

Ein trýstroynd er ein viðkvæmisgreining, har tøl og onnur viðurskifti verða samanborin við - í hesum føri aðrar tunnilsætlanir. 

Tunnilsfelagið sigur - og tað er tað sama sum løgmaður hevur sagt - at Suðuroyartunnilin fer at kosta fýra milliardir krónur. 

Men tá ið Landsverk hevur gjørt eina trýstroynd av tølunum, vísir úrslitið, at tunnilin næstan fer at kosta eina milliard meira, tvs. 4,9 milliardir. Tað er eitt frávik á 27 prosent.

 

Hoyr samrøðu við Brand Sjúrðarson, búskaparfrøðing og greinara í Landsverki: 

 

11_11_24_Landsverk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541