Fekk hugin aftur at spæla tónleik á G! Festival

18.07.2019 - 09:38
ListTónleikur
Fekk hugin aftur at spæla tónleik á G! Festival
Gunnar Holm-Lintermann, sum vann Stjerne for en Aften í 2003, hvarv sum døgg fyri sól. Men knappliga birtist hugurin til tónleik aftur á Gøtusandi
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Leygardagin verður Tórsfest í gongugøtuni í Havn. Ein av teimum, sum spælir, er Saint Kodiak. Kanska ikki kendasta navnið.

Navnið handan kunstnaranavnið er ei heldur nakað, ið føroyingurin kennir - Gunnar Holm-Lintermann. Men persónin kenna tey flestu.

Vann Stjerne for en aften

Í 2003 - árið eftir at Guðrun Sólja hevði vunnið kappingina - vann Gunnar Mikkelsen sangkappingina Stjerne For En Aften.

Árið eftir gav hann fløgu út og hittaði við lagnum Haunted Honeymoon; men síðani hevur hann hildið ein steðg, fingið sær eina borgarliga universitetsútbúgving, blivin pápi, blivin giftur, skift eftirnavn - og so hevur hann knappliga fingið hugin aftur at spæla.

Summartímin fekk eitt prát við Gunnar, sum hevur føroyska mammu og búði eitt stutt skifti í Havn sum barn.

Vit spurdu hann, hvussu tað kennist at koma aftur til annað heimlandið at spæla.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844