Løgmaður skrivaði í dag sum væntað út val

29.07.2019 - 14:42
InnlendisPolitikkur
Løgmaður skrivaði í dag sum væntað út val
Aksel V. Johannesen avgjørdi, at valið verður leygardagin 31.august
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur skrivað út val.

Í røðu sínari í løgtinginum í dag nevndi løgmaður annars tað, sum samgonga hansara hevur gjørt hesi fýra árini, hon hevur sitið.  

Hann nevndi, hvør støðan er í samfelagnum í dag. 

Einki nýtt var í røðuni, men løgmaður staðfesti, hvør støðan er í dag, og nevndi ymiskt, sum skal gerast og, hvør skal gera tað. 

Aksel V. Johannesen sigur millum annað í røðuni um eitt stórmál, sum skúladepilin í Marknagili er, at Glasir hevur uttan iva fingið flestar yvirskriftir seinasta árið, ikki allar positivar, hóast skúlin stórt sæð fungerar, og fólk hava funnið seg til rættis í bygninginum.

Løgmaður takkaði Framsókn og Tjóðveldi fyri samstarvið, og hann takkaði andstøðuni fyri samstarv og gott mótspæl hesi fýra árini. 

Aksel V. Johannesen segði við Sosialin mikudagin, at hann er hugaður at halda fram við somu samgonguni eftir valið.

Fleiri veljarar

Á valinum í ár vera okkurt um 1000 fleiri veljarar enn á valinum 2015.

3000 ung fólk skulu velja løgting fyri fyrstu ferð í ár.

Higartil hava seks tingfólk boðað frá, at tey stilla ikki uppaftur.

Løglistin í ár er stuttur.

Har eru bara nevnd fimm lógaruppskot, tvey hjá Fíggjarmálaráðnum og trý hjá Fiskimálaráðnum.

Hetta eru uppskot, sum sambært lóg skulu leggjast fram, so sum uppskot um fíggjarlóg fyri 2020, og frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi.

Níggju flokkar

Níggju flokkar eru at velja millum á løgtingsvalinum 31. august.

Tað eru teir sjey flokkarnir, sum eru í løgtinginum nú, og tveir nýggir.

Teir nýggju eru Framtakið fyri at velja kannabis og Føroyaflokkurin. 

Men enn eru stundir at boða frá nýggjum flokki.

Freistir

Sambært lógini um løgtingsval er tann freistin til í annaðkvøld klokkan seks.

Lógin sigur, at í seinasta lagi kl. 18.00 dagin eftir, at valið er útskrivað, kunnu í minsta lagi 800 veljarar boða frá, at nýggjur flokkur er stovnaður.

Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum umsitur vallógina, hevur longu kunngjørt tær nógvu freistirnar, sum eru galdandi, tá løgtingsval er.

Seinasta freist at lata inn valevnislistar er leygardagin 17.august kl.18.00.

Tá skal formaðurin í løgtingsvalnevndini vita, hvør stillar upp.

Valið verður 31.august frá kl.10.00 til kl.20.00.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Sunnudag 18. mai
Bolero
192020
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta í Leirvíkar kirkju
192015
Sunnudag 18. mai
Kallið: "Tað bar á mál".
191902
Leygardag 17. mai
Jambalaja - 170525
191991
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925
Fríggjadag 16. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
191959