Summarmorgun

Veljarin skal sleppa til orðana
21-08-2019
Í kvøld skipar Sjónleikarhúsið fyri einum valfundi av "tí góða gamla slagnum", har veljarin kann sleppa til orðana, og har tað er loyvt "at rópa"

Skipað verður fyri nógvum valfundum kring landið, men teir eru ofta ov nógv stýrdir antin av orðstýrarunum ella av teimum væl samansettur og gjøgnumarbeiddu valskránnum hjá politisku flokkunum. Tørvur er tí á veljarafundum, har veljararnir sleppa til orðana og at seta dagsskránna, og har politikararnir tora at siga sína hjartans, persónligu meining.

Tað halda tey í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tað í kvøld verður skipað fyri veljarafundi, har veljarin sleppur at seta spurningar til politikaran, sum ikki er sloppin at gera eitt svar heimanifrá, siga fyriskipararnir Hanna Flóvinsdóttir og Birgir Djurhuus.

Fundurin verður sambært fyriskiparunum ein "spennandi, øðrvísi og stuttligan veljarafund av tí góða gamla slagnum - har tað næstan er loyvt at roykja inni, og rópa í høvdið á hvørjum øðrum", og eitt nú verður durasnapsur skonktur. Fundurin verður ikki filmaður, stroymaður, facebookaður, og tí kunnu úttalilsini ikki brúkast ímóti politikarunum seinni. Tí vænta og vóna fyriskipararnir, at bæði politikarar og áhoyrarar tora at tosa frá hjartanum, og at kjakið verður lívligt.

Veljarafundurin byrjar klokkan 20 í kvøld í Sjónleikarhúsinum. Øssur Winthereig er orðstýrari. 

 

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026