Summarmorgun

Fólkaskúlanæmingar skulu læra um val og politikk
22-08-2019
Tað halda tey í Skúlanum á Fløtum, har næmingarnir í øðrum flokki hesa vikuna hava evnisviku um løgtingsvalið og politikk

Næmingar í øðrum flokki í skúlanum á Fløtum hava hesa vikuna evnisviku um løgtingsval og politikk, tí tað er ein skylda hjá skúlunum at læra næmingunum í smáu flokkunum um politikk, heldur Katrin Dagbjartsdóttir, lærari hjá ørðum flokki í Skúlanum á Fløtum.

"Næmingarnir í dag fáa upplýsingar úr fleiri miðlum enn fyrr, og hoyra og síggja tí meira til eitt nú løgtingsval enn fyrr. Tí er tað ein skylda hjá skúlunum at læra næmingarnir um hesi evnir", heldur Katrin Dagbjartsdóttir, sum tó vísir á, at tað skal verða upp til lærararnar og skúlarnar, hvussu hetta verður gjørt og í hvønn mun. Undirvísingartilfar er til vega til skúlarnar at brúka, og er hetta tí eisini eitt evni, sum flestu skúlarnir viðgerða í undirvísingini, sigur Katrin.

Næmingarnir í øðrum flokki í Skúlanum á Fløtum hava millum annað talt valplakatir, og vitjaðu í gjár eisini í Kringvarpinum, har teir fingu høvi at royna seg sum politikarar.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe.
28-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe
27-08-2025
Kári P fyllir 75, og tað hátíðarheldur Summarmorgun við práti og tónleiki
22-08-2025
Standa fyri lívi, Teitur Lassen og Simgolf
21-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
20-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
19-08-2025
Vertir vóru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
18-08-2025
Gestir vóru Beinta Ingeborg Greve, Martin Kúrberg, Leif Hansen, Rebekka Johansen og Nicolaj Falck.
15-08-2025
Gestir vóru Magnus Pauli West, Andrass Thomsen, Bergur Debes Joensen og Ingibjørg Winther
14-08-2025
Gestir vóru Súsanna Vang, Kristianna Vang, Sigvør Olivia Olsen, Magni Olsen, Jákup Dahl, Birita Adela, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
13-08-2025
Gestir vóru Lovisa Petersen Glerfoss, Hallfríð Hammer í Hjøllum, Guðni Andreassen og Jóhannus Mikkelsen
12-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
11-08-2025