Facebookbólkur: 300 pápar kenna seg fyri mismuni

22.08.2019 - 13:38
InnlendisSamfelag
Facebookbólkur: 300 pápar kenna seg fyri mismuni
300 pápar eru við í bólkinum, sum snýr seg um at berjast fyri rættininum til samveru við barnið
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Á facebook er ein bólkur við 300 pápum, sum ynskja at broyta lógina, tá tað snýr seg um foreldramyndugleikan. Teir ynskja, at felagsforeldramyndugleiki er galdandi, tá barnið verður føtt. 

Felags fyri páparnar á bólkinum er, at teir ikki liva saman við mammuni at barninum og kenna seg fyri mismuni, tá tað snýr seg um rættin til barnið ella børnini.

–  Hetta er eitt tabu. Pápar tora ikki at gera ov nógv vart við seg, tí so kann tað ávirka rættin til barnið skeiva vegin, sigur Jógvan Páll Hansen, sum er ein av limunum í bólkinum. 

Hann sigur, at fleiri høvdu vilja traðka fram, men tora ikki, tí løgfrøðingur teirra mælir teimum frá.

Hetta sigur lógin

Lógin sigur, at  er tað mamman, ið hevur foreldramyndugleikan einsamøll, uttan so at tit sum foreldur hava gjørt avtalu um felags foreldramyndugleika.

Felags foreldramyndugleiki er:

▪ tit vóru gift, tá barnið varð borið í heim.
▪ tit giftust eftir, at barnið varð borið í heim.
▪ tit vóru sundurlisin, tá barnið varð borið í heim, men síðani fluttu saman aftur.
▪ tit hava sent/latið Familjufyrisitingini ella Føroya Rætti eina avtalu um felags foreldramyndugleika.  
▪ Í øllum øðrum førum enn omanfyristandandi, hevur mamman foreldramyndugleikan einsamøll, sambært foreldramyndugleikalógini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550