Ein vanlukka fyri tey samkyndu

bannari
05.09.2019 - 17:33
InnlendisPolitikkur
Ein vanlukka fyri tey samkyndu
Vit vilja bara javnsetast við aðrar føroyskar borgarar. Vit vilja ikki hava nakra serlóg, sigur Eiler Fagraklett, talsfólk fyri LGBT

Tað verður ein katastrofa fyri samkynd, um man nú tekur rættindi frá teimum aftur, sum tey hava stríðst fyri og vunnið.Tað sigur Eiler Fagraklett talsfólk fyri LGBT.

Miðflokkurin vil, at hjúnabandið skal bara vera fyri mann og kvinnu og tað er á samráðingarborðinum, har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin sita.

Tað skal tó vera møguligt at tryggja hvønn annan á annan hátt. Men tað er ikki ein loysn, sum LGBT kann liva við.

Tað skulu ikki gerast serliga lógir fyri okkum. Tí vit eru ikki serlig fólk. Vit vilja bara vera javnt stillað við onnur í Føroyum, sigur Eiler Fagraklett

Hann heldur, at tað er spell, at málið verður latið upp aftur nú, og at man ætlar at taka rættindi frá samkyndum, júst sum tey eru byrjað at trívast í Føroyum.

Haraftrat heldur hann ikki, at hetta er tað, sum veljarin vil, tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava lovað ikki at rulla nakað aftur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Mikudag 11. mars
HPV kann raka øll
205467
Mikudag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
205464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313