- Tíðindi, mentan og ítróttur
Strandfaraskip Landsins meldað til løgregluna
07.09.2019 - 16:16
Innlendis›112
Strandfaraskip Landsins meldað til løgregluna
Strandferðslan er meldað til løgregluna fyri brot á fólkaflutningsskylduna og revsilógina

Umleið 40 fólk vórðu hildin umborð á Ternuni í góðar fimm tímar sunnudagin 1. septembur, tá nólsoyingar høvdu mótmælistiltak á bryggjuni í Nólsoy. Ósemja er nú um, um rætt varð farið fram ella ikki.
Mynd: Savnsmynd
Ein av stigtakarunum til mótmælistiltakið um Nólsoyarsiglingina herfyri leggur Strandferðsluna undir at hava brotið revsilógina við í fleiri tímar at hava hildið ferðafólki umborð á Ternuni sunnudagin 1. september, og fyri at hava brotið sína lógarásettu flutningsskyldu við at nokta at sigla til Nólsoyar dagin eftir mótmælistiltakið.
Nikolaj Falck hevur fingið at vita frá løgregluni, at málið er latið ákæruvaldinum til støðutakan.
Tað hevur ikki eydnast Kringvarpinum at fáa fatur á Hilmari Eliasen, stjóra á Strandfaraskipum Landsins.
Hoyr Nicolaj Falck greiða frá.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
TEMAPLÁTAN: 'Into The Gap' og aðrar útgávur, Thompson Twins 1983-1984-1985
204307
Nýggjastu sendingar í SV














