Tørv á meiri peningi fyri at taka ímóti spillolju

14.10.2019 - 13:50
Innlendis
Tørv á meiri peningi fyri at taka ímóti spillolju
Tað kann elva til álvarsliga spilloljudálking, fær IRF ikki eykajáttan at sleppa av við reinsaðu spilloljuna, sigur stjórin í IRF

Í 30 ár hevur IRF tikið ímóti spillolju frá fyritøkum, virkjum og skipum. 

Fíggjarliga hevur tað loyst seg fyri IRF, tí spilloljan, sum IRF hevur reinsað, verður seld aftur.

Men nú hevur keyparin, sum hevur tikið ímóti størstu nøgdini av reinsaðu spilloljuni, boðað frá, at tey ikki kunna taka móti oljuni longur. Harafturat er ein stórur keypari farin at taka ímóti minni nøgdum.

Hetta merkir, at kann gerast ein stór útreiðsla hjá IRF - bæði at taka ímóti spilloljuni, og nú eisini at sleppa av við reinsaðu spilloljuna, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688