Barnsburður kostar minst 26.000 krónur

15.10.2019 - 17:49
InnlendisHeilsa
Barnsburður kostar minst 26.000 krónur
Eitt føroyskt par í Keypmannahavn skal gjalda minst 26.000 kr, tí tey áttu í Føroyum í sambandi við, at álvarslig sjúka í familjuni noyddi tey heim

Leygarmorgunin átti Rósa Heinesen fyrsta barnið hjá sær og Niels Rødgaard á Landssjúkrahúsinum. Og nýklaktu foreldrini eru, sum vera mann, púra býtt í væl skapta soninum, ið liggur heitt og fjált í barminum hjá mammuni í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum

Men myrk - ógviliga myrk - skíggj hanga yvir løtuni. Samstundis sum Niels Rødgaard, ið er ættaður av Tvøroyri, og Rósa Heinesen, ið er ættað av Toftum, hava fingið lívsins dýrabærastu gávu, at sleppa heilsa upp á teirra fyrstafødda son, so skulu tey eisini siga fravæl til mammuna Niels, sum liggur til tað síðsta við krabbameini.

Krabbasjúkan hjá mammu Niels er eisini beinleiðis orsøkin til, at sonur Rósu og Niels yvirhøvur varð føddur í Føroyum.

Ynski frá doyggjandi mammu

Rósa Heinesen og Niels Rødgaard eru nevniliga búsitandi í Keypmannahavn, har Niels lesur søgu- og samfelagsfrøði á Roskilde Universitet. Men tá mamma Niels ringdi og bað tey koma heim, tí hon ivaðist, hvussu leingi, hon hevði eftir, ja, so ivaðust tey ikki. Heldur ikki, hóast hetta var tvær vikur, áðrenn Rósa var sett at eiga. Tey keyptu ferðaseðlar, pakkaðu kuffertini, fingu eina læknaváttan, og komu heim so skjótt tey yvirhøvur kundu, fyri at vera saman við mammu Niels.

Sonur Rósu Heinesen og Niels Rødgaard kom í verðina í øllum góðum, og omman fekk høvið at heilsa upp á sítt fyrsta ommubarn. Men í hesum ógvusliga samanbresti av gleði og sorg, hava Rósa Heinesen og Niels Rødgaard fingið at vita, at tað fer at kosta teimum í øllum førum 26.000 krónur, at Rósa noyddist at eiga teirra fyrstafødda í Føroyum, fyri vera saman við doyggjandi mammuni hjá Niels. 

Men reglurnar á økinum eru greiðar, sigur Thomas Schiøler, læknastjóri, sum harmast støðan, Rósa Heinesen og Niels Rødgaard eru komin í. 

Hoyr samrøðuna við læknastjóran her: "Reglurnar eru greiðar, tíverri"

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756