Læknastjórin: Reglurnar eru greiðar, tíverri

15.10.2019 - 20:00
InnlendisHeilsa
Læknastjórin: Reglurnar eru greiðar, tíverri
Landið rindar bert viðgerðir fyri tey, sum búgva í Føroyum, sigur Thomas Schiøler, læknastjóri

Sjúkrahúsleiðslan kann ikki víkja frá reglunum, tíverri.

So greiður er Thomas Schiøler, læknastjóri, nú føroyska sjúkrahúsverkið fer at senda Rósu Heinesen og Niels Rødgaard eina risa rokning fyri at tey noyddust at eiga teirra fyrstafødda son í Føroyum.

Tey bæði er annars fyribils búsitandi í Keypmannahavn, meðan Niels Rødgaard lesur. Men tey noyddu heim í skundi at vera um mammu Niels, ið hevur krabbamein og liggur til tað síðsta .

Undantøk vera tó givin fyri føroyskar kvinnur, sum eru undir útbúgving uttanlands, at tær kunnu eiga ókeypis í Føroyum, og tá talan er um bráðfeingis støður, sigur læknastjórin á Landssjúkrahúsinum, Thomas Schiøler. Men tað er ikki nokk, at maðurin er lesandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949