Trygdarpolitisku skyldurnar í handilspolitikkinum

06.11.2019 - 18:38
InnlendisSamfelag
Trygdarpolitisku skyldurnar í handilspolitikkinum
Samsvarar føroyskur handilspolitikkur við meginreglurnar í vesturlendska uttanríkispolitikkinum og eru vit nóg ábyrgdarfull á hesum øki?

Stutt er millum handilspolitikk og uttanríkispolitikk, og støðan gerst spentari og spentari í heimunum, har stórveldini støðugt taka sær vald gjøgnum handilspolitiskar snildir og íløgur.
Samstundis, sum vesturheimurin roynir at halda russkisku bjørnini í armslongdarfrástøðu, er Russland við tíðini vorðið týdningarmiklasti handilspartnarin hjá Føroyum. Í 2018 fór ein knappur triðjingur av øllum føroyska útflutninginum til Russlands, hetta til eitt virði oman fyri tvær milliardir krónur.
Nú eru Føroyar væl ávegis við samráðingunum um ein fríhandilssáttmála við Russland.
Kina hevur eina strategi, um at vinna sær vald gjøgnum íløgur í infrakervi. Herfyri blivu teir steðgaðir á gáttini, tá teir skuldu fíggja byggingina av flogvallum í Grønlandi, og nú er kinesiska Huawei í ferð við at gera avtalu við almenna Føroya Tele, um at útbyggja 5G netið í Føroyum. Nakað, sum onnur lond hava valt frá.
Vit spyrja, um Føroyar eru til reiðar at taka ímóti teimum ábyrgdum, ið størri ræði á uttanríkispolitiska økinum hevur við sær.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482