Vinarlag rakt av mutursgølu

20.11.2019 - 18:20
InnlendisSamfelag
Vinarlag rakt av mutursgølu
- Eg havi tað ikki gott við, at nakar mutrar, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, nú vinmaðurin og samstarvsfelagin er raktur av mutursgølu

- Vit hava samstarvað í 25 ár og eru persónligir vinir. Tí fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið, tá hetta kom fram, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja.

Til fyri tveimum døgum síðani var Tórstein Már Baldvinsson nevnarformaður í Framherja í Fuglafirði, sum hann eigur saman við Anfinn Olsen og konu hansara Elisabeth Eldevig.

Fyri góðari viku síðani varð avdúkað, at Samherji, sum er íslendska felagið hjá Tórsteini Már Baldvinsson, hevur mutrað politikarar í Namibia, fyri at fáa hendur á kvotum.

Umfatandi kanning er nú í gongd av íslendska felagnum, og Anfinn Olsen umhugsar at seta kanning í verk í sínum føroyska felag.

Hoyr longri samrøðu, sum varð gjørd í Breddanum mikudagin 20. november.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615