Ventilar eru opnir fyri útlendingum

29.11.2019 - 12:15
Innlendis›Samfelag
Ventilar eru opnir fyri útlendingum
Hvørki TAKS ella VØRN siga seg hava neyðugu amboðini ella neyðugu orkuna at forða útlendingum at drena pening úr føroysku fiskivinnuni

TAKS er myndugleikin, sum skal tryggja, at tann rætti skatturin verður goldin í Føroyum og, at sokallað transfer pricing ikki kemur fyri. Transfer pricing er til dømis, at felagið í føroyum selur vørur til útlendskan minniluta fyri undirprís, soleiðis, at hesin á hendan hátt fær sogið pening úr felagnum og harvið føroysku fiskivinnuni.

VØRN er myndugleikin, ið skal tryggja, at ræðisrætturin í einum felag í føroysku fiskivinnuni veruliga er á føroyskum hondum. Also, at ein útlendskur minnilutaeigari ikki í veruleikanum hevur størri vald enn ein minnilutaeigari eigur at hava.

Tó siga báðir myndugleikar, at teir ikki hava røttu amboðini og neyðugu arbeiðsorkuna at tryggja, at tað ikki ber til hjá útlendskum minnilutaeigarum í føroysku fiskivinnuni at drena pening úr okkara tilfeingisvinnu.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eru í útvarpsstovuni og kjakast um, hvørt teir kenna seg tryggar við eftirlitið og hvussu forðast kann fyri, at útlendsk feløg gera sær dælt av tilfeingisbúskapinum í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329