Heimurin bíðar eftir Joe & The Shitboys

08.01.2020 - 11:41
List›Tónleikur
Heimurin bíðar eftir Joe & The Shitboys
Føroyski punkbólkurin er til reiðar at pakka kuffertið og royna seg uttanlands.
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré  

2019 var eitt hendingaríkt ár hjá Joe & The Shitboys.

Árið byrjaði við kanska tí sterkastu framførsluni á Faroese Music Awards í Norðurlandahúsinum.

Í heyst tók føroyski punkbólkurin íslendingar á bóli, og nú gongur leiðin væntandi til Onglands.

Herfyri setti viðurkenda bretska tíðarritið NME Joe & The Shitboys á ein lista yvir teir 100 nýggju bólkarnar, ið væntandi fara at gera um seg í 2020 og komandi árini.

Finnur Koba hevur boðið við tveir av limunum í bólkinum - sangaran Fríða Djurhuus og gittarleikaran Sigmund Zachariassen til eitt prát. Eitt prát um gjøgnumbrotið í fjør, um ætlanirnar í ár - og um veganskan mat.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809