Jóhan stillar ikki uppaftur

03.02.2020 - 10:40
InnlendisPolitikkur
Jóhan stillar ikki uppaftur
Eysturkommuna skal hava nýggjan borgarstjóra 1. januar næsta ár
Jóhan Christiansen hevur verið borgarstjóri í Eysturkommunu síðani 2009

Fyrsti og higartil einasti borgarstjóri í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, stillar ikki upp á kommunuvalinum í november.

Jóhan Christiansen hevur verið borgarstjóri, síðani Leirvíkar kommuna og Gøtu kommuna gjørdust Eysturkommuna í 2009.

Tá hevði hann verið í bygdarráðnum í Leirvík í fýra ár.

Hóast Jóhan Christiansen bara er 42 ára gamal, heldur hann, at stundin er komin at royna okkurt nýtt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844