Kommuna lurtar ikki eftir Heimafriði

10.02.2020 - 16:16
Innlendis›Samfelag
Kommuna lurtar ikki eftir Heimafriði
Umboðsmaðurin hevur givið Klaksvíkar kommunu eina átalu
Trina Eysturoy er forkvinna í Heimafriði

Løgtingsins Umboðsmaður átalar Klaksvíkar kommunu fyri ikki at lurta eftir Heimafriði.

Heimafriður kærdi til Umboðsmannin, tí Klaksvíkar kommuna ønti ikki felagnum aftur - heldur ikki, tá ið biðið varð um fund.

- Kommunur sleppa ikki undan at látast, sum vit ikki eru til, sigur forkvinnan í Heimafriði.

Umboðsmaðurin heldur eisini, at Klaksvíkar kommuna royndi at sleppa sær undan ábyrgd, tá byggiloyvi var givið í Ánunum, har nógv ljóðdálking hevur verið seinastu tiðina.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423