Fleiri ferðafólk enn Mykines tolir

11.02.2020 - 14:31
InnlendisSamfelag
Fleiri ferðafólk enn Mykines tolir
Neyðugt er serliga at tálma gongdina í Mykineshólm, sigur menningarleiðarin hjá Visit Faroe Islands

Ferðafólkatalið í Mykinesi er nú størri enn tað, sum oyggin tolir.

Menningarætlan við ítøkiligum tiltøkum skal orðast, sum skal verja fugl og lendi, og sum eisini skal gera ferðavinnuna í Mykinesi burðardygga.

Tað er niðurstøðan í nýggjum tilmæli, sum er kunngjørt í dag.

- Tað er serliga gongdina í Mykineshólm, sum neyðugt er at tálma, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

Sørvágs kommuna, Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið hava orðað tey 10 tilmælini.

Tilmælini eru send Ramsar-nevndini fyri Mykines til kunningar, og alt tilmælið verður lagt fram á almennum borgarafundi í Sørvági hóskvøldið klokkan 19.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360