Sløkkiliðið varð ikki boðsent beinanvegin

11.02.2020 - 13:35
Innlendis112
Sløkkiliðið varð ikki boðsent beinanvegin
17 minuttir gingu, til Tórshavnar sløkkilið fekk fráboðan um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi í fjør
Dumparavanlukkan á Glyvursnesi í fjør kravdi eitt mannlív
Mynd: Savnsmynd  

Tað gingu 17 minuttir frá tí, at alarmsentralurin fekk fráboðanina um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi 24. juli í fjør, til Tórshavnar sløkkilið, sum hevur neyðuga klippútgerð, varð boðsent.

- Tað er ikki nóg gott, sigur Hans David Hansen, varaleiðari í Tórshavnar sløkkiliði, sum var á vakt hesa náttina.

Vanlukkan kravdi eitt mannalív, tá ein dumpari fór útav.

Hoyr samrøðu við Hans David Hansen í útvarpstíðindunum
 

Noktar innlit

Kringvarpið hevur biðið um innlit í fráboðanina um vanlukkuna á Glyvursnesi, sum varð ringd inn til alarmsentralin, men hetta er noktað Kringvarpinum. 

Ákæruvaldið vísir á, at málið eigur ikki at verða viðgjørt í miðlunum, tí fyrilit skal takast fyri teimum avvarðandi.

Kringvarpið kærdi avgerðina, og í tí sambandi vísti danski ríkisadvokaturin á, at málið um dumparavanlukkuna á Glyvursnesi er eitt revsimál. 

Men hesum vísur Arbeiðseftirlitið taftur. 

- Málið er ikki liðugt viðgjørt, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Ikki send fyrr enn nú

Samrøðan við Hans David Hansen, varasløkkiliðsstjóra, varð gjørd stutt eftir vanlukkuna á Glyvursnesi í fjørsummar. 

Samrøðan varð ikki send tá, tí Kringvarpið hevur roynt at fáa meiri innlit í handfaringina av vanlukkuni, eitt nú hvat varð sagt, tá dumparavanlukkan varð fráboðað alarmsentralinum.

Hans David Hansen, vara-sløkkiliðsstjóri, er kunnaður um, at samrøðan verður send í dag. 

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, vil ikki viðmerkja málið. Hann sigur, at talan er um eitt innanhýsis mál millum løgregluna og Tórshavnar sløkkilið, og hvussu tey fata sítt samstarv. 

Vit høvdu ætlað at spurt sjefpolitiinspektørin, hví tað gekk so long tíð, tilTórshavnar sløkkilið, ið hevur neyðugu klippiútgerðina, varð boðsent, og hvørjar mannagongdir løgreglan annars hevur, tá  tílíkar støður taka seg upp.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444