Føroyar hava egin áhugamál í Arktis

26.02.2020 - 18:01
Innlendis
Føroyar hava egin áhugamál í Arktis
Og tað skal síggjast í nýggju strategiini hjá ríkisfelagsskapinum, sigur løgmaður

Danmark, Føroyar og Grønland hava ikki eitt felags útgangsstøði til samstarvið í Arktis. Tí er tað týdningarmikið, at framtíðar arktiska strategiin virðir, at londini hava ymisk áhugamál og raðfestingar.

Tað er boðskapurin í eini kjakíkasti, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur skrivað til danska miðilin altinget.dk.

Kjakíkastið kemur í kjalarvørrinum av, at ferð av álvara er sett á arbeiðið at gera eina felags arktiska strategi fyri allan ríkisfelagsskapin. Hol er sett á arbeiðið í samband við at núverandi strategiin, ið bleiv orðað í 2011, endar í ár.

Fundur verður hildin í Illulisat í Grønlandi um ein mánaða, har politikkarar úr øllum trimum londum koma saman at tosa um nýggja arktiska politikkin.

Og tað er eitt arbeiðið, ið sambært løgmanni, kemur í tøkum tíma, tí trýstið frá útlendskum stórveldum sum USA, Russland og Kina á tey arktisku londini veksur í heilum.

Í kjakíkastinum vísir løgmaður millum annað á ynskið hjá føroyingum, um at fáa meira innlit og ávirkan á uttanríkis, trygdar- og verjumál, ið eru viðkomandi fyri Føroyar.

- Uttan hetta innlit og ávirkan hava vit ikki møguleika fyri at røkja okkara áhugamál sum ein partur av heimssamfelagnum og sjálvandi eisini Arktis, skrivar løgmaður.

Umframt at brúka arbeiðið við nýggju strategiini fyri at fáa innlit og ávirkan á politiska økið, ger løgmaður eisini greitt, at fokusið hjá føroyiongum í arktiska økinum fyrst og fremst er knýtt at fíggjarligum áhugamálum.

- Kjarnin í arktisku strategiini hjá Føroyum er ítøkilig og fokuserað. Okkara lyklastøða í Arktis gevur okkum ein møguleika, ið ikki hevur sítt fordømi, at fáa til vega nýtt fíggjarligt virksemi. Heilt ítøkiligt ynskja vit at fáa mest møguligt burturúr teimum fíggjarligu møguleikum innan sigling, grøna orku og ferðavinnu, skrivar løgmaður.

Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d. í samfelagsvísind, var í útvarpsstovuni og greiddi frá um geopolitisku støðuna í Arktis og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greiddi frá um samstarvið við danir og grønlendingar um nýggju strategiina.   
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329