Vælferðarlógin kostar millum 70 og 80 mió. kr

26.02.2020 - 16:15
InnlendisPolitikkur
Vælferðarlógin kostar millum 70 og 80 mió. kr
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir fer at leggja uppskotið fyri tingið í hesari tingsetuni
Landsstýriskvinnan í almannamálum er klár at fara í tingið við nýggjari lóg um almannatrygd og tænastur

Tað fer at kosta millum 70 og 77 milliónir kr. at seta allar broytingarnar í nýggju lógini um almannatrygd og tænastur í verk.

Og tað fer at taka fleiri ár at seta allar broytingarnar í verk, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna i almannamálum, sum fer at leggja uppskotið fram í hesari tingsetuni.

Tær 70 til 77 milliónirnar skulu brúkast til nýggjar tænastur sum stuðulstænastur, viðlíkahaldsvenjing, heimaráðgeving og flutningstænastur, men eisini til at nøkta tørvin til verandi tænastur. 

Málið er, at allir bíðilistarnar til almennar vælferðartænastur eru burtur í 2024. Fyri at røkka málinum er tó neyðugt, at Løgtingið játtar neyðuga peningin. Tó umfatar hetta ikki bíðilistarnar til almennar bústaðir.

Talan er um eina broytta útgávu av vælferðarlógini, sum undanfarna landsstýriskvinna í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, legði fram.

Tað uppskotið datt burtur, tá løgtingið fór í summarfrí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815