Atkvøða um vælferðarlógina í dag

Atkvøða um vælferðarlógina í dag
Eitt uppskot um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk fær eisini aðru viðgerð í tinginum seinnapartin
Løgtingsfundur verður seinnapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.05.2020 - 09:27

Løgtingið fer at atkvøða um vælferðarlógina í dag.

Onnur viðgerð er á skránni fyri tingfundin seinnapartin.

Vælferðarlógin, ella lógin um almannatrygd og tænastur, sum hon eitur, er komin aftur úr Trivnaðarnevndini. Nevndin hevur nøkur broytingaruppskot, bæði ein samd nevnd, og andstøðufólkini í nevndini hava eisini nøkur uppskot um broytingar.

Tey fýra lógaruppskotini, sum hava tilknýti til høvuðslógina, sum er lógin um almannatrygd og tænastur, eru eisini komin úr Trivnaðarnevndini.

Millum annað er eitt teirra um kærunevnd í almannamálum, familjumálum og í heilsumálum, og eitt annað er um markamót og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Nevndin gjørdi skjótt av

Trivnaðarnevndin gjørdi skjótt av, tí fyrsta viðgerð var 21.apríl.   

Trivnaðarnevndin er samd um at fremja nakrar batar í lógini, sum hon sigur. Hon mælir til at broyta fýra greinar í lógaruppskotinum. Tann eina broytingin er eftir áheitan úr Almannamálaráðnum, sum eigur lógaruppskotið.

Harafturat hevur minnilutin í nevndini, umboðini hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, uppskot um tríggjar broytingar.  

Lógin um almannatrygd og tænastur kemur í staðin fyri forsorgarlógina, sum upprunaliga er donsk lóg frá 1960unum.

Røktarstarvsfólk

Hóast samgongan ásannar, at brúk er fyri fleiri heilsustarvsfólkum í Føroyum, tekur meirilurin í Trivnaðarnevndini ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Tjóðveldi um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk.

Uppskotið er gamalt. Fyrsta viðgerð var 12. november.
 
Meirilutin í Trivnaðarnevndini, samgongufólkini, sigur, at landsstýrið arbeiðir longu við málinum at fáa fleiri heilsustarvsfólk. 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt Trivnaðarnevndini frá, at nú verður kannað, hvør tørvurin er á heilsustarvsfólkum komandi 10 árini. Millum annað nevndi landsstýrismaðurin møguleikan fyri, at Suðuroyar sjúkrahús kann gerast til útbúgvingarsjúkrahús.  

Meirilutin tekur uppskotið hjá Tjóðveldi í størsta álvara, men metir ikki, at tað er neyðugt at taka undir við uppskotinum, tí landsstýrismaðurin longu hevur sett arbeiðið í gongd.  

Málið um útbúgving og heilsustarvsfólk hevur aðru viðgerð í dag.
 
 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528