Asfalt loysnaði á flogbreytini í Vágum

05.03.2020 - 15:57
Innlendis›Samfelag
Asfalt loysnaði á flogbreytini í Vágum
Breytin verður umvæld nú, og væntandi verður arbeiðið liðugt í kvøld

Tá eitt flogfar skuldi fara á flog í Vágum í gjár, loysnaði eitt petti av asfaltinum á vendiplássinum í øðrum endanum á flogbreytini.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, sigur, at støðan er ikki hættislig, men avgjørt er at steingja vendiplássið.

Flogbreytin verður umvæld nú, og arbeiðið verður væntandi liðugt í kvøld.

Meira verður at frætta í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775