Føroyar herða ikki tilmælini

10.03.2020 - 18:18
Innlendis
Føroyar herða ikki tilmælini
Danir herdu í dag tilmælini munandi fyri at verja móti Corona-smittu

Danmark herdi í dag tiltøkini munandi fyri at avmarka spjaðingina av Corona smittuni. Fyrrapartin helt danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen tíðindafund, har hon staðiliga bað fólk um at taka tilmælini frá stjórinin í álvara.
Eitt nú steðgar øll flúgving úr teimum harðast raktu økjunum á midnátt og ferðafólk higani sleppa ikki inn á flogvøllin í Kastrup, men verða beind rundanum har, sum onnur ferðafólk eru.

Eitt av harðast raktu økjunum er Tyrol í Eysturríki.

Fleirir føroyingar eru á veg heim úr Tyrol í kvøld - tó ikki frá harðast rakta økinum - men tí sokallaða appelsingula partinum av Tyrol.

Vága Floghavn hevði ikki hoyrt nakað frá føroysku tilbúgvingarmyndugleikunum um herd tiltøk á flogvøllinum, men stjórin setti seg sjálvur í samband við landslæknan, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Umframt ferðatilmæli út í heim, heitti Mette Frederiksen á danir um ikki at koyra í bussi og tokið tá stórst trýst er á almenna samferðslukervinum.

Høvuðsboðskapurin hjá danska forsætisráðharranum var, at danska heilsuverkið kann koma undir so stórt trýst av Corona farsóttini, at tað ikki ber til at veita neyðugu røktina til øll, sum vera rakt av Corona virusinum komandi vikurnar.
Tað kann merkja, at vit ikki hava møguleika fyri at hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini - eitt nú um tey hava trupult við at anda, tí ov nógv hava tørv á viðgerð í senn.

Í sendingini eru millum annað samrøður við Regin Jacobsen stjóra á Vága Floghavn, Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismann í heilsumálum og Rógva Reinert, aðalstjórá í Fiskivimálaráðnum og formaður í Føroya Kreppuráði.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980